Ormurin Langi lyrics
Song information
Artist: Týr Album: How Far To Asgaard
Lyrics
[1.] Viljið tær hoyra kvæði mítt Vilja tær orðum trúgva Um hann ólav trygvason Hagar skal ríman snúgva
Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða noregs menn Til hildar ting
[3.] Knørrur var gjørdur á noregs landi Gott var í honum evni: Sjútti alin og fýra til Var kjølurin millum stevna
Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða noregs menn Til hildar ting
[8.] Har kom maður á bergið oman Við sterkum boga í hendi: "Jallurin av ringaríki Hann meg higar sendi."
Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða noregs menn Til hildar ting
[10.] "Einar skalt tú nevna meg Væl kann boga spenna Tambar eitur mín menski bogi Ørvar drívur at renna."
Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða noregs menn Til hildar ting
[11.] "Hoyr tú tað, tú ungi maður Vilt tú við mær fara Tú skalt vera mín ørvargarpur Ormin at forsvara."
Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða noregs menn Til hildar ting
[12.] Gingu teir til strandar oman Ríkir menn og reystir Lunnar brustu og jørðin skalv: Teir drógu knørr úr neysti
Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða noregs menn Til hildar ting
[71.] Einar spenti triðja sinni Æt1ar jall at raka Tá brast strongur av stáli stinna Í boganum tók at braka
Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða noregs menn Til hildar ting
[72.] Allir hoyrdu streingin springa Kongurin seg undrar: "Hvat er tað á mínum skipi So ógvuliga dundrar ?"
Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða noregs menn Til hildar ting
[73.] Svaraði einar tambarskelvir Kastar boga sín "Nú brast noregi úr tínum hondum Kongurin, harri mín !"
Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða noregs menn Til hildar ting
[30.] Nú skal lætta ljóðið av Eg kvøði ei longur á sinni; Nú skal eg taka upp annan tátt; Dreingir leggi í minni !
Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða noregs menn Til hildar ting
[from http://lyrics.doheth.co.uk]
"How Far To Asgaard" album track list
|